Fantastisk kensla

Hóast runavíkingar einu løtuna vóru sera bjartskygdir fyri víðari luttøku í kappingini, so staðfesti liðskiparin Óli Hansen, at kenslan var fantastiskt eftir dystarlok.

- Vit eru sera, sera glaðir um hendan sigurin. Vit hava vunnið á georgisku meistaraliðnum, sum eru yrkisleikarar, so tað er óført.

Tit vóru sera ágangandi í fyrra hálvleiki, og tit høvdu møguleikar at økja um leiðsluna. Iðra tit tykkum ikki um, at tað ikki eydnaðist at hótta leiðsluna hjá teimum av álvara?

- Jú, sjálvandi. Men vit eru glaðir fyri hendan sigurin. Tá vit løgdu okkum á odda høvdu vit eisini trúnnað á, at tað kundi lata seg gera. So líðandi út á seinna hálvleik hugsaðu vit kanska meira um bara at varðveita leiðsluna, vit høvdu. Ikki tí, vit royndu eftir steðgin eisini, men blivu ongantíð vandamiklir, sigur Óli Hansen.

Leikliga stóð NSÍ einki aftaná fyri georgisku meistararnar í gjár. Í fyrra hálvleiki vóru føroyingarnir omaná, meðan hvørki av liðunum av álvara søkti at eftir hvíldina. Grundleggjandi munurin var veðurlagið.

- Tað vóru fyrst og fremst 20 hitastig á muni. Tað var ein stór broyting. Fyrsta hálva tíman á útivølli fingu vit trý mál ímóti okkum, og so ræddi fyrst og fremst um at gera ósigurin so lítlan sum gjørligt. Graslíkið var eisini ein fyrimunur hjá okkum hesaferð, men tað var grasvøllurin eisini hjá teimum, so har er einki at fara eftir, staðfestir liðskiparin hjá NSÍ, Óli Hansen.