Ófantalig koyring og leysir hundar

Løgreglan hevur havt sítt at dragast við í nátt av alskyns uppgávum. Inn ímillum avdottin fólk, húsaófrið, gøtuófrið og harðskap, hevur løgreglan tikið tveir bilførarir í Klaksvík fyri rúsdrekkakoyring og har er eisini herverk gjørt á ein bil við tað, at hann er skøvaður eftir síðuni.

Tá ið ein bilførari í Havn skuldi setast í bilin, mátti hann setast aftur, tí bæði dekkini í høgru síðu vóru skorin upp

Annars hevur løgreglan heilar tríggjar ferðir tikið leysar hundar upp.

Tað kann verða dýrt fyri eigaran, tí fyrst skal upptøkugjald rindast fyri at fáa hundin aftur, umframt at eigarin fær bót fyri at hundurin hevur gingið leysur.

Vísir tað seg so, at hundurin ikki er tryggjaður, fær eigarin eisini bót fyri tað og hevur hann so heldur ikki helsi við upplýsingum um eigaran, kostar tað eisini, so tað er skjótt at ein túsundkrónuseðil rýkur, tá ið ikki verður ansað eftir hundinum.

Løgreglan hevur eisini tikið ein mann fyri óforsvarliga koyring og í Suðuroy fekk ein bilførari klipp í koyrikortið fyri at koyra meiri enn 20 kilometrar skjótari í bygdum øki, enn loyvt er.