Fanny er ættað úr Fámjin, foreldrini vóru Jona og Niels Pauli Nielsen.
Fanny hevur fyrr arbeitt í handli á Tvøroyri. Seinastu 13 árini hevur hon arbeitt á dagstovninum "Mýrifípan" í Trongisvági, samstundis sum hon hevur annað vaskiarbeið. Hon er sera røsk og arbeiðssom, hvørt summar hoyggjar hon í Hovi.
Saman við Delmar Joensen úr Hovi eigur Fanny 3 børn: Maud, sum býr í Danmark, Anju, sum býr í Froðba, og Aron, sum býr heima. Tey eiga eisini tvey ommu- og abbabørn, drong og gentu.