Fanny Karbech Mouritsen framsýning í Føroyahúsinum

Frá 31. august til 25. september 2003 hevur Fanny Karbech Mouritsen málningaframsýning í Føroyahúsinum í Keypmannahavn

Fanny er úr Havn, dóttir Marin, f. Jacobsen, og Gunnar Karbech Mouritsen, Gunnar í Snikkarastovu, málarameistara, í Havn.
Fanny flutti til Danmarkar fyri sjey árum síðan. Hon býr í Sindal í Norðurjútlandi. Tað eru fýra ár, síðan hon byrjaði at mála, og hevur hon fyrr havt framsýningar í Sindal og Hirtshals. Fanny sigur, at møguliga liggur tað til familjuna at mála, tí mamma hennara var systkinabarn til bæði William Heinesen og Bent Restorff, sum báðir vóru kendir listamenn. Pápi hennara dugdi eisini væl at mála málningar, men var ikki við á nakrari framsýning.
Fanny hevur 14 málningar á framsýningini í Føroyahúsinum, myndaevnini eru sera ymisk, sum t.d. blómur, lomvigar og Risin og Kellingin, sum henni sjálvari dámar best. Samstundis hevur amerikanarin, Henry Fr. M. Meiseles, lærari á universitetinum í Keypmannahavn, sum býr á Amager, eisini eina málningaframsýning í Føroyahúsinum. Henry hevur verið í Føroyum og fleiri av myndaevnunum eru føroysk. Tilsamans eru umleið 28 málningar á framsýningini.
Opið er hvønn gerandisdag millum kl. 14 og 19.