Fanny Crosby verður evnið, tá Elsa í Garði fer at hava fyrilestur á fundi, sum Aglow skipar fyri leygarkvøldið
Á Aglowfundinum í Miðlahúsinum leygarkvøldið kl. 19.30 fer Elsa í Garði at siga frá Fanny Crosby (1820 - 1915) og hvønn týdning/inspiratión hon er fyri kvinnur í dag. Og tað er ikki so lítið, tí hon hevði eina sterka persónligheit. Bara tað at hon sá tað sum eitt vælsignilsi, at hon var blind, sigur ikki so lítið. Hetta gevur íblástur til at halda á og ikki geva upp, um vit møta mótgongd. Elsa fer at greiða eitt sindur frá tá Fanny Crosby var barn. Um arbeiðið, kærleika, talentir, lyndiseyðkenni o.a.










