Súsanna Sigvardsen misti nakrar av sínum nýinnkeyptu gávum burtur beint fyri jól. Hon hevði verið í miðbýnum í SMS og keypt tær síðstu jólagávurnar, men tá ið hon kom heim, varnaðist hon, at ein posi manglaði.
-Eg hevði júst verið til handils. Eg kannaði eftir, tá ið eg kom heim, og tá sá eg, at ein posi við gávum manglaði. Eg veit ikki, hvar ella hvussu eg misti hann, sigur Súsanna.
Løgreglan hjálpsom
Súsanna stóð so og manglaði nakrar gávur, sum hon hevði keypt til familjuna. Hon gjørdi av at ringja til løgregluna og frætta, um teir høvdu fingið nakran posa inn.
- Løgreglumaðurin segði, at teir høvdu einki funnið. Hann segði, at eg kundi ringja aftur seinni, men tað valdi eg ikki at gera. Eg hugsaði, at løgreglan hevur mangt annað týdningarmiklari at gera um jólini, sigur Súsanna.
Seinni ringdi løgreglan tó aftur og segði, at teir høvdu fingið ein burturmistan posa inn á støðina. Ein eldri kona hevði funnið hann uttanfyri meinigheitshúsið í Havn.
Vakthavandi á løgreglustøðini gjørdi veruliga sítt fyri, at posin við gávunum skuldu koma fram til eigaran, so at eingin sat skuffaður eftir á løgreglustøðini. Hann mintist, at Súsanna hevði ringt og spurt eftir einum posa, men hann kendi ikki nummarið hjá henni. Tí ringdi hann aftur til øll, sum høvdu ringt inn á løgreglustøðina hendan dagin, og til endans fekk hann fatur á Súsonnu.
Undrast
- Eg dugi ikki at siga, hvussu posin er endaður uppi í meinigheitshúsinum, tí at eg var als ikki har uppi hendan dagin, sigur Súsanna.
Hon er sjálvandi glað og fegin um, at løgreglan og konan vóru so hjálpsom og strektu seg fyri, at gávurnar kundu koma fram til rætta viðkomandi. Sostatt stóð eingin skuffaður eftir við ongum gávum jólaaftan.