Herfyri keypti ein maður úr Leknes í Noregi, Oddgeir Hartviksen, eitt breyð hjá Coop X-tra på Leknes. Tá hann skuldi skera sær nakrar flísar til morgunmat, føldi hann, at okkurt hart var undir knívinum.
- Eg visti ikki, hvat hetta var, men tá eg hugdi nærri, sá eg, at hetta var ein rímiliga stórur metalringur mitt inni í breyðinum.
Tað sigur Oddgeir Hartviksen við Lofotposten.
Hann leggur aftrat, at hann kortini ikki óttast fyri at eta breyð, tó at hann fann hendan ringin.
- Eg havi fingið eitt nýtt breyð, og bakarin hevur biðið um umbering. Hereftir fari eg helst at "satsa" upp á breyð við minni jarni í, sigur Oddgeir Hartviksen við einum brosi.