- Tað er ræðandi at hugsa um, at dóttir mín ella vinkona hennara, sum gisti hjá okkum, kundu havt etið hetta niður í seg.
Tað sigur Kjersti Garnst við norsku heimasíðuna www.nordlys.no.
Tað var í morgun, at Kjersti gjørdi salat, sum tey ætlaðu at eta á middegi.
Til salatina brúkti hon eisini fetaost, men tað var her, at hon fann eitt stórt, hart og hvast plastpetti.
- Eg fekk hetta harða í munnin, sum eg helt vera ein steinur. Eg gjørdist rættiliga kløkk, tá eg fann út av, at hetta var eitt hvast plastpetti.
Hon sigur, at fetaosturin var av slagnum Apetina Aria við oliven og sólturkaðum tomatum.
- Hvat hevði hent, um tað var mín 11 ára gamla dóttir ella vinkona hennara, sum gisti hjá okkum, ið høvdu fingið hetta plastpettið í hálsin? spyr mamman.
Kjersti Garnst keypti pakkan í Coop Extra Breivika leygardagin, og í morgin ætlar hon at seta seg í sambandi við handilin aftur.