Fann gamla hópgrøv

Ein maður hevur funnið leivdir av beinagrindum í jørðini nærhendis einum flogvølli uttan fyri týska býin Stuttgart.

Týsku myndugleikarnir siga, at talan er um beinagrindir av fólki, og hildið verður fyri vist, at talan er um leivdirnar av jødiskum tvingsilsarbeiðarum, sum vórðu jarðaðir her undir seinna heimsbardaga. Tað er ikki greitt, hvussu mong liggja jarðað her, men fyribilskanningar benda á, at talan er um minst tíggju fólk, skrivar blaðið Spiegel.

Hópgrøvin varð funnin, tá menn skuldu leingja ein flogvøll við Stuttgart, men nú er arbeiðið steðgað, tí serfrøðingar skulu kanna hópgrøvina og økið har um vegir.