Í dag fekk løgreglan í Havn boð um, at ein deyður papageykur var funnin uppi við Hotel Føroyar. Tað vísti seg, at fuglurin var ringmerktur. Uppgávurnar hjá vakthavandi á løgreglustøðini í Havn kunnu vera rættiliga ymiskar. Í vikuskiftinum snúgva tær seg ikki neyðturviliga bara um húsaófrið, herverk, full fólk á gøtuni ella í bili.
- Fólk kunnu nevniliga finna upp á at ringja um næstan alt millum himmal og jørð. Einaferð í dag ringdi ein til okkara, tí viðkomandi hevði funnið ein deyðan papageyk uppi við Hotel Føroyar.
Vakthavandi sigur, at papageykurin var ringmerktur og er tí helst rýmdur úr onkrum búri. Men úti í tí fría hevur hann ikki havt eydnuna við sær, tí nú varð hann altso funnin deyður.
Spurd, um tey fóru á staðið at kanna viðurskiftini rundan um papageykin, sigur vakthavandi, at tað fóru tey ikki.
- Vit bóðu tann, sum hevði funnið fuglin, venda sær til Djóraverndarfelagið, men sum skilst, hevði eingin sett seg í samband við felagið, tí papageykurin varð saknaður, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í kvøld.










