Ein amerikanskur fangi fekk í morgun eitt heldur óvanligt ynski uppfylt. Hann vil drepast við einum revolvara. Í statinum Utah í USA er ein fangi, sum í morgun hevur fingið játtað eitt heldur óvanligt ynski. Tann 49 ára gamli deyðadømdi Ronnie Lee Gardner, slapp í morgun at verða skotin til deyða.
Í 1985 skeyt og drap hann ein sakførarar og særdi ein vakt undir einum rættarfundi. Sama ár bleiv hann dømdur til deyða, og hevur hann líka síðani sitið fongslaður og bíðað eftir dóminum.
Klokkan 07.20 føroyska tíð bleiv Ronnie Lee Gardner tikin av døgum við fýra kúlum í hjartað. Hann er harvið bert tann fjórði persónurin, sum er tikin av døgum á hendan hátt, síðani deyðarevsing bleiv innførd í statinum Utah í hægstarætti í 1976.
Utah er tann seinasti av amerikonsku statunum, sum loyvir avrætting við skotum.
Hátturin bleiv tikin burtur í 2004, men brotsmenn, ið hava fingið deyðadóm áðrenn 2004, kunnu framvegis verða tiknir av døgum við revolvaraskotum.
Síðani 1976 eru í alt 1213 fólk tikin av døgum í USA.
Kelda: eb.dk.