Fangi deyður eftir bardaga í varðhaldinum

Ein 23 ára gamal maður doyði í nátt á Odense Universitetshospital, har hann hevði verið síðani týsdagin, tá hann bardist við starvsfólk í varðhaldinum í Kolding. Undir bardaganum fekk Ekrem Sahin so stóran skaða, at hann misti vitið, og hann fekk ongantíð vitið aftur og mátti hava andingartól. Í nátt bleiv tað sløkt.

Løgreglan í Suðurjyllandi, sum kannar málið, sigur, at fyribils er einki, sum bendir á, at starvsfólkið í varðhaldinum gjørdi nakað ólógligt. Sum skilst bleiv fangin frá sær sjálvum, tí hann skuldi flytast í ein annan kliva. Tað endaði við bardaga millum hann og starvsfólk í varðhaldinum.

Verner Pedersen hjá løgregluni í Suðurjyllandi sigur við Ritzau, at tað, at fagnin er deyður, ávirkar ikki kanningarnar, sum væntandi verða lidnar í næstu viku.