Fangarnir í Mjørkadali hava ov lítið at gera

Føroyskir lógbrótarar verða revsaðar nógv harðari enn danskir lógbrótarar

 

Umstøðurnar hjá føroyskum lógbrótarum mugu takast í álvara.

Tað heldur Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.

Og nú vil hon hava Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, at greiða frá, hvat ætlanin er at gera fyri at bøta um umstøðurnar hjá teimum føroyingum, sum verða dømdir at sita í fongsli.

 

Tingkvinnan staðfestir, at hóast dómsvaldið er danskt, skulu vit sum samfelag krevja sømilig kor og grundleggjandi mannarættindi fyri føroyskar fangar og varðhaldsfongslað.

 

- Í Føroyum hava vit bara eitt varðhald. Vit hava einki fongsul og hetta hevur stórar avleiðingar fyri tey, sum eru dømd at sita, tí rættindini hjá fongslaðum og varðhaldsfangum eru so ymisk.

 

Samstundis hava Amnesty International, og onnur, funnist at umstøðunum hjá varðhaldsfongslaðum í Føroyum, tí her sita fólk lutfalsliga longri varðhaldsfonglað enn í grannalondum okkara.

 

Herfyri vóru Trivnaðarnevndin og Rættarnevndin hjá Løgtinginum á vitjan uppi í arrestini í Mjørkadali, har høvi var at práta við nakrar av teimum fongslaðu

Tey hittu tey nakrar ungar fangar, tann yngsti var 16 ár og teir kærdu sína neyð á fleiri økjum.

- Eitt nú hava teir einki arbeiði havt at tríva í alt summarið, og har er eingir møguleikar at sleppa av við orkuna, eitt nú ein sparkivøllur ella umstøður at spæla kurvabólt, sigur Rigmor Dam.

Vanliga hava fangarnir húkar at bregda men í summar hevur eisini lítið verið av tí.

 

Rigmor Dam vísir eisini á, at hølisumstøðurnar eru als ikki nøktandi.

- At matgera er ógjørligt, og tað, sum skal eitast at vera ein køkur, liggur beint upp ímóti einum vesi. Soppur er eisini ein trupulleiki í varðhaldinum, har øll sløg av fangum og varðhaldsfongslaðum sita saman, gentur og dreingir, kvinnur og menn.

 

- Eisini sita fangar við smærri dómum, sum høvdu sitið í opnum fongsli í Danmark, undir somu treytum sum varðhaldsfongslað og fólk, sum eru dømd fyi álvarslig og vandamikil brotsverk.

 

Hon vísir eisini á, at ein stórur trupulleiki er, at vit hava ongaða skipaða eftirvernd og til teir ungdómar, sum hava tørv á at verða loftaðir, tá ið teir verða leyslætnir.

Og tað er føroysk ábyrgdarøki, sigur Rigmor Dam.

 

Hon staðfestir, at í nógvum førum er talan um ung fólk, sum samfelagið hevur svikið við ikki at hjálpa teimum í barndóminum.

 

- Í summum førum hava tey djúptøknar sálarligar og sosialar trupulleikar, eru rúsmisbrúkarar, taka heilivág, eru kenningar hjá løgregluni og eru ofta fakliga illa fyri, eru lesiveikir ella orðblindir.

- Hesir ungdómar hava ofta verið barnaverndarmál, og fingu ikki nøktandi stuðul í skúlanum, tá ið tørvur var á tí og tí mangla teir framvegis heilt grundleggjandi førleikar at skipa gerandisdagin, at liva eina rúsfría tilveru og at halda seg frá kriminella umhvørvinum.

 

Í løtuni sita 6 føroyingar fongslaðir í Danmark, tí vit hava einki fongsul í Føroyum.

 

- Landsstýrið má taka støðu til, um føroyingar við langtíðardómum, skulu hava tilboð um at sita dómin í heimlandinum, sigur tingkvinnan.

 

- Í løtuni verða føroyingar, bæði tann revsaði og ikki minst familjan hjá viðkomandi, revsað munandi harðari enn danir, tí teir verða sendir av landinum at sita dómin, sigur hon.