Fangar til Írlands

Tveir menn, sum hava sitið í fangaleguni í Guantanamo, eru sendir til Írlands, og ein triði er sendur til Jemen, haðani hann er ættaður. Sambært amerikanska løgmálaráðnum eru tað tveir usbekar, sum eru sendir til Írlands.

Samstundis hava amerikanararnir gjørt avtalu við tað lítla oyggjalandið Palau, sum hevur játtað at taka ímóti 12 kinesiskum muslimum úr Guantanamo.

Løgmálaráðið í Washington sigiur, at nú eru 223 fangar eftir í Guantanamo-leguni. Nakrir teirra verða sendir til onnur lond, og nakrir koma fyri hernaðardómstólar í USA, sigur løgmálaráðið.