Tær hava báðar lisið í London. Rannvá hevur lisið dans, og Marianna hevur lisið móta. Men í stóra og livandi cosmopolitbýnum, hava tær fingið innlit og vitan um nógv onnur ting, enn bert tað, tær lósu. Til dømis hvussu nógv ymiskt kemur undir heitið list í útheiminum.
Og tær eru á einum máli um, at tær sakna tær spennandi og øðrvísi listarligu framsýningarnar, tá tær koma heim til Føroya.
? Listin í Føroyum er ógvuliga siðbundin. Tað eru líkasum nøkur mørk, sum man ikki kann fara yvirum, fyri at tað kann koma undir heitið list. Og listin í Føroyum tiltalar ikki tey ungu. Eg havi varhugan av, at tað ikki eru serliga nógv ung, ið ganga á listaframsýningar, og tað er ótrúliga spell, sigur Rannvá, og Marianna tekur so um endan og heldur fram,
? Tað er eisini ein stórur avstandur ímillum listaverkini og tey sum koma at hyggja at listini í Føroyum. Tað eru altíð so og so nógvir málningar, sum hanga á einum hvítum veggi. Nokkso sterilt. Tú kemur ongantíð veruliga inn á myndirnar, tí uppsetingin er so hátíðarlig. Og tað vilja vit bróta, sigur Marianna.
Og í staðin fyri at fylgja føroyskum siði og bert tosa um alt tað, sum ikki er og alt tað, sum kundi verið betri, hava tær báðar 26 ára gomlu nú tikið sakina í egnar hendur.
? Tá tú hevur verið uttanfyri Føroyar, og sæð alt sum ber til, so skyldar tú næstan teimum, sum ikki hava møguleika at fara útum landoddarnar, at vísa teimum tað, leggur Rannvá afturat. ? Vit hava verið so heldigar at fáa stuðul til okkara útbúgving, og vit vilja gjarna geva nakað aftur av tí, sum vit hava lært og sæð.
Ein øðrvísi og slóðbrótandi listaframsýning fyri ung, verður at síggja í smiðjuni í Lítluvík 7.?11. januar.
Sýnarar eru Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre.
Íblástur handan hav
Tær hava arbeitt við hesum tiltakinum síðani miðjan september 04. Tað einasta tær vistu, tá tær byrjaðu, var, at tað skuldi bæði hava element av dansi og av móta, eftirsum tað jú er tað, tær hava lisið. Tað skuldi vera fyri ung, tað skuldi gerast ein dokumentarfilmur um alla arbeiðsgongdina, og tað skuldi vera liðugt 7. januar 05, tí tá høvdu tær leigað sær smiðjuna í Lítluvík til framsýningina.
? 1. oktober fóru vit avstað til Montreal í Cananda. Har vóru vit í tríggjar vikur, og síðani vóru vit eina viku í New York. Vit skuldu bara súgva til okkum av øllum tí, sum var at síggja. Bæði av listaframsýningum, showum mitt á gøtuni og stuttfilmum. Bæði í Montreal og í New York vóru filmsfestivalar ímeðan vit vóru har, so vit nýttu nógv tíð í biograftum, greiða tær frá.
Eftir at hava verið hinumegin havið og fingið íblástur, fóru tær aftur til London, har tær settu seg at arbeiða við hugskotunum, tær høvdu fingið.
? Ímeðan vit vóru burtur, savnaðu vit okkum eitt tons av tilfari. Tað ringasta í øllum projektinum var næstan at skula sortera tað tilfarið frá, sum vit ikki ætlaðu at nýta. Tí vit høvdu so nógv. Men tað endaði so við, at vit gjørdu eina animatión av dukkum, ið dansa, greiða tær frá.
Tær løgdu klæðir á gólvið, tóku eina mynd, fluttu klæðini nakað, tóku eina mynd afturat, og so framvegis. Allar myndirnar vórðu so settar saman til ein film, soleiðis, at tað sær út sum, at tað eru fólk, ið dansa.
? Vit hava nýtt 200 myndir um minuttin, so nógv tíð er farin við at taka upp, klippa og redigera. Og av tí, at vit ikki eru vanar við at gera hetta arbeiðið, so hevur tað kanska tikið longri tíð, enn vit roknaðu við. Men tað hevur verið óalmindiliga læruríkt, staðfesta Marianna og Rannvá.
Hvat er list?
Endamálið var at skapa eina listaframsýning, sum var øðrvísi, slóbrótandi og tankavekjandi. Tær vildu geva av sínum hugskotum, og vísa, at øll kunnu fáast við list, sum bert hava hug. Men er tað eydnast teimum?
? Tey, sum hava sæð tað, sum vit hava gjørt, hava øll sagt, at hetta er spennandi og øðrvísi. Vit hava fleiri »dukkumentar-filmar«, har animeraðu dukkurnar dansa, og so hava vit ein stuttfilm, kanska serliga ætlaður ungum fólki, ið vísir hvussu hugskotini til filmarnar um dukkurnar og um framsýningina sum heild, eru komin, sigur Rannvá, og heldur fram, ? List er ofta nakað mystiskt og duldarfult. Men við dokumentarfilminum kunnu fólk síggja júst hvussu vit hava arbeitt, hvussu hugskotini eru komin, og so víðari. Vit vildu gera listina minni duldarfulla. .
? Eitt av endamálunum var eisini at nýta rúmd og vídd á ein ótraditionellan hátt. Vit vilja ikki hava eina framsýning, har fólk koma inn í eitt tómt, hvítt rúm, har málningarnir hanga á vegginum, við eini ávísari frástøðu. Vit vilja skapa eina atmosferu, soleiðis, at tey, sum koma at hyggja eisini gerast ein partur av framsýningini, heldur enn at tey hava eina stóra distancu til listina, greiðir Marianna frá.
Sum skilst, verður stílurin gamaldags og slitin. Retro møblar verða settir inn í Smiðjuna, so fólk kunnu seta seg niður og taka tað róligt. Filmarnir eru »aged«, t.v.s. gjørdir slitnir á at líta við vilja. Ætlanin er, at genbrug-atmosferan skal vera eitt berandi element á framsýningini.
? Vit vóna veruliga seta nakrar tankar í gongd hjá fólki um hvat lost í veruleikanum er. Hetta er ótraditionelt, við gomlum klæðum og møblum, blandað saman við nýggjastu tøknini, og livandi myndlist. Hetta er so okkara máti at gera tað uppá, og fólki nýtist ikki at dáma tað, fyri at tað kann hava eina ávirkan á tey, og fáa tey at hugsa í nýggjum banum, sigur Rannvá.
Framsýningin »Dukkumentar« hevur opið frá fríggjadegnum 7.januar til týsdagin 11.januar.
? Øll eru sjálvsagt vælkomin, men vit miðja kanska serliga ímóti at fáa tey 20-25 ára gomlu at hyggja, siga ungu, slóðbrótandi listakvinnurnar at enda.