Myndugleikarnir siga, at uppreisturin byrjaði um sjeytíðina, og at neyðugt var at senda næstan 300 løgreglumenn og trygdarfólk til fongslið fyri at basa uppresitrinum, men ikki fyrr enn út á náttina eydnaðist tað at fáa fangarnar at binda frið. Leiðslan í Lincoln Prison sigur, at fongslið hevur fingið stóran skaða. Fangarnir brutu nógv innbúgv og fleiri vindeygu, og nógvastaðni settu teir eisini eld á.
Bretskir fangar hava leingi kært seg um, at viðurskiftini í landsins fongslum eru alt ov vánalig.