Fangar avrættaðir

   

Tveir pakistanskir tænastumenn, sum sótu fangar hjá Taliban- og al-Qaeda-viðhaldsmonnum á markinum ímillum Pakistan og Afghanistan, eru avrættaðir

Pakistansku myndugleikarnir siga, at teir báðir menninir vórðu tiknir til fanga saman við tólv øðrum pakistanum í síðstu viku. Tólv av monnunum vórðu latnir leysir leygardagin, og hinir báðir eru síðani funnir aftur deyðir. Teir vóru avrættaðir, siga pakistansku myndugleikarnir.
Fleiri túsund pakistanskir hermenn hava seinastu vikurnar leitað eftir limum í Taliban og al-Qaeda á leið-unum við afghanska markið. Bardagarnir hava kravt 120 mannalív, og 166 fólk eru tikin.
Høvuðsmálið við átakinum var at finna leiðaran í al-Qaeda, Osama bin Laden, men hann var ikki at finna. Fyri nøkrum døgum síðani vildu pakistanar vera við, at teir høvdu tikið mannin, sum skal hava verið fregnartænastuleiðari hjá al-Qaeda, men í gjár varð fráboðað, at hann er ikki tikin kortini. Talan var um ein annan mann.