Náttúra
Vilmund Jacobsen
Hesir báðir fittu smádreingirnir hugnaðu sær óført í fjøruni úti á Boðanesi ein seinnapart herfyri. Teir fangaðu kombikk, og væl kom burtur úr. Teir fingu eitt ótal, sum teir høvdu livandi í eini spann.
Úti á Boðanesi eru fleiri hyljar, har kombikk eru, og er tað nakað, sum børn elska, so er tað at renna runt í eini turrari fjøru, stein av steini, sum hendan dagin.
Ein slík løta er gevandi fyri børnini.
Kombikkini, sum eru í fjøruni ymsastaðni, skola uppá land, tá ið brim er, og tá ið veðrið gerst betur, og eingi brot eru uppá land, sleppa tey ikki úr hyljunum aftur.
Annars er kombikk ein løgin fiskur eins og síl og laksur; tey liva bæði í feskvatni og saltvatni, og tað kann tykjast undarligt, tá ið hugsað verður um, hvussu stórur munur er á feskum vatni og søltum sjógvi. Náttúran goymir nógv loyndarmál, sum vit ikki hugsa um til dagligt. Hon er rík og verd at vitja við børnum. Annar drongurin var so óheppin hendan dagin, at hann datt í ein hyl og gjørdist buksuvátur! Men tað tók hann ikki so tungt. Veðrið var gott, so tað hevði ongan týdning.
Teir fóru báðir glaðir heimaftur við glúpi og spann fullari av kombikkum.