Í Arena, sum er eitt av ítróttarbløðunum í Montenegro, sigur venjarin hjá HC Lovcen, at hann roknar við einum tryggum sigri móti Neistanum í kvøld.
- Vit mugu vera varnir og skynsamir á vøllinum. Men vit hava staðið okkum sera væl í fyrireikingunum. Vit hava vunnið 9 av 11 venjingardystum, og spælararnir hjá mær tykjast tendraðir, nú fyrsti týðandi dysturin hetta kappingarárið stendur fyri framman, sigur venjarin hjá Lovcen, Nino Adzic við blaðið.
Um liðið hjá Neistanum sigur venjarin, at tað fyrst og fremst er eftir videobondum, at hann kennir nakað til bláa havnarfelagið.
- Men tað, sum eg havi sæð, bendir á, at teir stríðast sera væl. Tí mugu vit duga at halda høvdið kalt, tá vit spæla. Vit hava tó nakrar fantastiskar heimaáskoðarar her hjá okkum, og spæla vit okkara besta, ivist eg ikki í, at vit vinna. Og vónandi kunnu vit vinna somikið trygt, at vit róliga kunnu fara til Føroya næsta vikuskifti.