Hóast mentanarvikan Skýming í Runavík ikki verður sett fyrr enn seinnapartin í morgin, byrjaði fyrsta tiltakið - eitt familjutiltak - í Løkshøll longu klokkan 14 í dag, og tað er haðani, henda myndin er.
Á skránni hevur verið eitt sonevnt sápubløðrutiltak, og Jákup Veyhe hevur eisini fortalt um "Tey í Mórugøtu", sum er kend úr barnaútvarpinum.
Beinir Troest Rasmussen og Maria á Lakjuni, sum bæði nýliga hava givið fløgu út, hava framført nakrar sangir, og Ásbjørn Berthelsen hevur framført eitt størri og øðrvísi gyklashow enn vanligt.










