John S. Myllhamar
???????????????
So fekk papparazzi liðið aftur eina »góða søgu« at endurtaka eina tíð frameftir um ein løgreglumann, sum er tikin við ov høgari promillu. Nú skal so hendan familjan seigpínast í tíðindasendingum fram móti jólum. Fáur man verja tað, tá ið vit stíga skeiv spor í lívinum. Men slíkum málum sum hesum, eiga politi og dómsvaldið at taka sær av og døma um, og ikki nakrir sensatiónshungrandi og kyniskir gøtudreingir í Havn, sum einki duga at takast við uttan at smíða onkra gølu.
Tá ið útvarpið og sjónvarpið endiliga skal leggja seg eftir at jagstra hin einstaka føroyingin, hví so ikki hava somu lóg galdandi fyri øll og viðgera teirra egna starvsfólk á jøvnum føti við øll onnur? Um loftmiðlarnir endiliga skulu fremja mannajagstr-an, so er lívsførslan hjá føroysku loftmiðlafólkunum og familjum teirra, minni enn so fullkomin. So har er eisini okkurt at fara eftir. Ongantíð hava vit hoyrt teir havt ein tíðindastubba um, at starvsfelagar teirra, dýrandi fullir hava gjørt tónleikasendingar ella lisið tíðindini í útvarpinum og sjónvarpinum. Hetta er hent meira enn einaferð. Tað hevði eisini verið ein yvirskrift at komið tivandi og algoystir við. Men so eigasørt. Ikki so mikið sum ein umbering, tá ið menn eru um at detta av framman fyri mikrofonini. Útvarpsfólkið er sostatt friðhalgað.
Nú hevur so Jógvan á Lakjuni givið teimum enn meira vald við at herða monopolveldið við einum starvsfólkahópi í útvarpi og sjónvarpi undir einum einaráðandi stjóra. Hetta lítla einsporaða herliðið, sum verður lønt við 3.500 krónum í tvingsulsgjaldi frá hvørjum húsarhaldi í landinum, eigur nú loftmiðlarnar og kann við tess tilkliptu og subjektivu tíðindum tyrannisera verjuleys menniskju, sum ofta ikki duga at verja seg, ella ongan møguleika hava til tess.
Ja, ikki ólíkt italienska Berlusconi tilstandinum.