Hetta er ein 3 ára eftirútbúgving, sum er skipað við 6 vikumodulum um árið, tilsamans 900 tímar.
Útbúgingin er farin fram á Tekniska Skúla í Klaksvík, har undirvísarar frá Kempler stovninum í Danmark hava givið frálæru.
Undirvísarnar hava verið Mogens A.Lund barnasálarfrøðingur/faml.terapeutur, sum hevur skrivað bókina Konsulent, arbejde og supervision, Jesper Juul, familjuterapeutur, sum er rithøvdur til bókina Det kompetente barn, Birgit Juhl, sosialrágevi/familjuterapeutur, Petur Mortensen, sálarfrøðingur/familjuterapeutur, Marianna Reenberg, sosialráðgevi/familjuterapeutur, Charlotte Hertl, sálarlækni/familjuterapeutur og Walter Kempler, sum stovnurin er kallaður upp eftir.
Vanligt hevur verið, at føroysku næmingarnir eru farnir til Danmarkar at taka prógvið, men nú hevur Kempler stovnurin ístaðin sent lærarar til Føroya at undirvísa, og teir hava fingið innivist á Tekniska skúla í Klaksvík.










