Familjupolitikkur

Eg vil fegin koma við mínum íkasti til kjaki um barnagarðstrupulleikan.

Hildur Eyðunsdóttir

Valevni hjá Tjóðveldisflokkinum



Trupulleikin tykist ikki at vera at byggja stovnarnar, tí tað eru øll so rørandi samd um.

Men finnst nakar veruligur politikkur innan øki. Ongar discount-loysnir verður sagt, men hvussu verður hetta tryggja. Vit eru ávegis at fáa privatar barnagarðar, men hvussu gjøgnumhugsaðar eru hesar loysnir.

Eg haldi at børnini verða gloymd í allari skrivingini har barnaansing einans verður gjørt til hagtøl við bíðilistum og hvussu nógv hesin og hasin politikkarin hevur megna at fáa tilvega. Trýstið á politikkarnir og akutta neyðin hjá foreldrunum kann hava við sær at man fokuserar uppá nøgdina av plássum og gloymir børnini.

Longt foreldrafarloyvi

Vit eiga at seta umstøðurnar hjá børnunum og smábarnafamiljunum sum heild á dagskránna, og spyrja okkum sjálvi hvat vit vilja.

Er tað rætt at øll børn skulu út á stovn longu tá ið tey eru 6 mðr. gomul, tí at foreldrini eru noydd at fara aftur til arbeiðis? Hvørjum tænir hetta? Børnunu? Familjunum? Kvinnunu? Samfelagnum? Ella hvørjum?

Samfelagið er broytt so mikið nógv gjøgnum árini og í dag er tað mest vanliga at bæði mamman og pápin arbeiða allan dagin, og børnini hava langan dag á stovni. Tað er ein sera strævin tíð bæði hjá børnunum og teimum vaksnu tey fyrstu árini. Hjá støkum uppihaldarum eru umstøðurnar ikki frægari heldur øvugt. Tí haldi eg at tíðin er komin til at foreldur sum ynskja tað, skulu fáa ein veruligan valmøguleika at vera heima longur við longdum foreldrafarloyvi. Eftir mínum tykki eigur býráðið at birta uppundir, at løgtingið broytir lógina um foreldrafarloyvi soleiðis at foreldur kunnu velja at vera heima hjá børnunum longri.