Familjulegan á Selatræð ein stór succes

Millum 1000 og 2000 fólk luttaka vanliga, og um vikuskiftið savnast tey aftur á Selatræð.

 

Síðani 2009 hevur verið skipað fyri familjulegu í Skótadeplinum á Selatræð. Og legan hevu verið nærum um hvørt ár síðni.

 

 

 

- Tað eru millum 1000 og 2000 fólk, ið vanliga luttaka, men vit kenna ikki neyva talið, tí ikki er neyðugt at tekna seg og onki beinleiðis luttakaragjald er, frætta vit frá KFUM skótunum.

Tey luttakandi sleppa at royna alt tað, ið ein kann taka sær til á Skótadeplinum, og úr stóru rúgvuni av tilboðum kunnu eittnú nevnast barnasíging, rógving í kajak, snorkling, hitapottar, skattajakstran og bogaskjóting.

Í ár verður legan nú um vikuskiftið. Til ber at leiga sær kamar, ella ein hevur tjald við.

 

 

 

- Tað eru eisini fleiri, ið koma við campingvogni ella húsbili. Summi eru bert ein dag, og onnur velja at gista, frætta vit frá KFUM skótunum.

Legan er fríggjadag og leygardag, og fastur táttur er legubál á kvøldi, og guðstænasta leygadag. Í ár luttekur Magni Laksafoss við legubálið fríggjakvøld og leygarkvøld er legubál, har Sjúrður Skaale luttekur. Leygardagin er guðstænasta við Havstein Klein, presti.