Familjukreppur

Jónas Johnsson

Valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum

 

Privatir familjuráðgevar bjóða seg fram. Tað almenna eigir í grundregluni ikki at ganga privatum virksemi í bedini. Men tá ið tað snýr seg um álvarsligar óloystar trupulleikar, er støðan tó øðrvísi.

Støðan er uttan iva, at vit í nógvum førum treingja til betur at eftirliva góðum gomlum kristnum siðavirðum. Men tað snýr seg eisini mangan um samfelagsligar sosialar ójavnar og at fólk ikki hava verið greið um síni rættindi ella hava ikki duga at nýtt tey.

Spyrningurin er, um kommunan kann fyriskipa ferðandi toymir, ið skulu virka á skynsaman og sømiligan hátt. Hugsað er um liðiligt samansett hjálparlið, sum verða sett saman til tørvin í einstaka førinum. Hesi kundu fari sjálvboðin ella eftir áheitan til hjálpar. Sjálvandi er ikki gott at vita, hvussu best kann setast inn at fyribyrgja og minka familjukreppur, ið koma av túsund ymiskum orsøkum.

Men vónandi vil komandi býráð leggja orku í at finna loysnir, sum minka munandi um familju- og einstaklingakreppurnar. Tað kann eisin stuðla undir, at øll børn fáa góð og heimlig uppvakstrarkor.