Familjugudstænasta í Vesturkirkjuni

Vesturkirkjan skipar í dag fyri familjugudstænastu.

 

1. sunnudag í advent hevur verið siðvenja at skipa fyri eini lættari gudstænastu. Rógvi Dam hevur eitt orð, Bergur D. Joensen er prestur, og Kristiliga Sangkórið syngur.

 

Eftir gudstænastuna verður kirkjukaffi við ymiskum góðum til børn og vaksin.

 

Bíbliulesiætlanin hjá Bíbliufelagnum er eisini at fáa sum í øðrum kirkjum.

 

– Øll eru hjartaliga vælkomin, heilsar Bergur Debes Joensen, prestur.