Í samband við, at stórur fótbóltsskúli við umleið 200 børnum verður hildin á Svangaskarði 19. og 20. juni, sum er hetta vikuskiftið, verður eisini familjugudstænastu á ovara vølli á Svangaskarði sunnudagin hin 20. juni klokkan 11.
Skuldi tað hent seg, at veðrið ikki háttar sær eftir vild henda dagin, verður gudstænastan í staðin hildin í Fríðrikskirkjuni. Á tiltakinum luttekur eisini Nes sóknar musikkfelag - hornorkestrið - og tað verður Ovi Brim, prestur, sum fer at prædika.
- Leikarar hjá B68 fara at lesa tekstir og bønir. Heitt verður á fólk um at hava egna sálmabók við - ella at taka sálmabókaappina á telefonina. Øll eru hjartaliga vælkomin til familjugudstænastuna á Svangaskarði, siga fyrireikararnir.
##med2##