Familjufyritøkur á børsin

Virðisbrævamarknaður Føroya, VMF, skipar í morgin fyri evnisdegi á Hotel Hafnia. Evnið er familjufyritøkur, sum skráseta seg á børsinum

Tað er ein staðfesting, at alt fleiri familjufyritøkur skráseta seg á børsinum. Gongdin í seinastuni hevur tískil verið, at ein stórur vøkstur er í upphæddunum, sum fólk nýta til keyp og sølu av fyritøkum.

Virðisbrøvamarknaður Føroya skipar í tí sambandi fyri evnisdegi á Parnassinum á Hotel Hafnia um júst hetta evni, og at greiða frá, kemur Morten Bennnedsen til Føroya at halda fyrilestrar.

Morten Bennedsen er professari á Institut for Nationaløkonomi á Handilsskúlanum í Keypmannahavn. Hann er útbúgvin á so frægum skúla sum Harvard University.

Evnisdagurin, sum er ætlaður øllum, ið arbeiða við evninum ella hava áhuga fyri tí, byrjar klokkan 13 og heldur fram til 15.45. VMF sigur, at til ber at boða frá luttøku á telefon 308120. Pláss er fyri 50 luttakarum og evnisdagurin er ókeypis.