FRAMLEIÐSLA
Í meiri enn seksti ár hevur spuna-og tøtingarvirkið Snældan verið á Strondum – og ikki bara á Strondum, men eisini á somu adressu øll árini. Adressan er nevniliga Langanes 6. Har byrjaði virksemið, og tað er framvegis í hesum umhvørvi, at fyritøkan hevur bygt seg út til tað, hon er í dag.
Tað var abbi verandi stjóra og eigara, Karl Jóhan Olsen, sum hevði sama navn, ið legði lunnar undir Snælduna. Hann var møbilsnikkari og hevði verkstað, men byrjaði longu í 1949 at spinna tógv úr ull, sum fólk komu við.
Danskur virkisleiðari
Karl Jóhan, sum soleiðis er triðja ættarlið eftir hin gamla, sigur, at abbin keypti sær spinnimaskinur og aðrar maskinur úr Danmark, sum eru neyðugar í framleiðslu úr ull.
- Ein dani kom upp higar, tá maskinurnar komu. Hann fekk alt upp at koyra og var virkisleiðari á virkinum hjá abba mínum í nøkur ár.
Gjøgnum árini er Snældan útbygd við meira plássi og betri maskinum.
- Ein útbygging var í 1957 og ein í 1968, og við seinnu útbyggingina varð bygt leyst úr táverandi virki, men beint við síðurnar av.
Karl Jóhan sigur, at brúktar og betri maskinur eru keypar, sum tíðin er gingin.
- Slíkar maskinur eru ógvuliga dýrar at keypa, men hava langa livitíð. Tí verða tær ofta keyptar brúktar, leggur hann aftrat.
Steðgur í nøkur ár
Snældan á Strondum hevur koyrt øll árini fram til dagin í dag undantikið í eini 2-3 ár í áttatiárunum.
Eftir abba Karl Jóhan, tók pápi hansara Oddmar yvir. Spuna-og tøtingarvirkið á Langanesi 6 hevur soleiðis verið og er framvegis ein fyritøka, sum hevur verið í familjuni øll árini síðan byrjan.
- Sjálvur byrjaði eg at arbeiða á Snælduni sum 17 ára gamal í 1970, og tað var eg, sum í seinna helmingi av áttatiárunum byrjaði virksemið aftur, eftir at tað hevði ligið stilt.
Árini, meðan steðgur var í framleiðsluni á Snælduni, fekst Karl Jóhan við annað arbeiði.
- Í 1987 helt eg meg sígga møguleikar í at taka virksemið uppaftur, og eg setti mær fyri at fáa gongd á aftur. Síðan tá hevur Snældan verið í gongd øll árini fram til dagin í dag, sigur stjórin, sum eisini eigur allan partapeningin í felagnum aftanfyri spuna-og tøtingarvirksemið á Strondum.
Framleiðslan broytist
Í stuttum kann sigast um framleiðsluna á Snælduni, at hon hevur flutt seg síðan byrjan.
- Tey fyrstu árini lótu fólk sína ull inn at spinna. Ullin varð flokkað og virkað til tógv á virkinum. Síðan fingu tey, sum høvdu latið ullina, nøgdina aftur sum tógv við einum svinni upp á eini 10%.
Karl Jóhan sigur, at soleiðis gekk framleiðslan til nakað inn í sekstiárini.
- Sum árini gingu, minkaði áhugin fyri hesum. Tíðirnar gjørdust betri, og fólk keyptu sær ivaleyst onnur klæði.
Nú fekk Snældan sær bindimaskinur, og tá fóru tey serliga í holt við at binda skipstroyggjur.
- Henda framleiðsla helt sær til byrjanina av áttatiárunum, tá áhugin fyri henni minkaði, og virksemið varð langt stilt nevndu 2-3 árini, sigur stjórin.
Karl Jóhan vísir á, at tá hann byrjaði virksemið aftur í 1987, løgdu tey seg mest eftir at spinna tógv til binding.
- Stórur áhugi hevur víst seg at vera fyri hesum – í fyrsta lagi í Føroyum, men í ein ávísan mun eisini uttanlands, leggur hann aftrat.
Tveir helmingar
Stjórin sigur, at Snældan framvegis hevur nakrar bindimaskinur, sum hava forrit til meiri at kalla sjálvvirkandi binding av eitt nú troyggjum, jakkum og øðrum.
- Vit binda eisini stór stykkir, sum síðan verða skorin sundur og seymað saman til ymisk klædnapløgg. Neyðugt er ikki, at fólk eru við maskinurnar alla tíðina. Onkur stykkir vera eisini tøvd og seymað saman til pløgg.
Karl Jóhan Olsen sigur, at umsetningurin hjá Snælduni kann býtast í tveir umleið líka stórar helmingar, harav annar stavar frá sølu av tógvi – og hin frá bundnum pløggum.
Umframt virksemi á Strondum, hevur Snældan eisini havt handil í Havn síðan ár 2003.
Fleiri ár í starvi
Tilsamans sjey fólk arbeiða á spuna-og tøtingarvirkinum á Strondum, og aftrat sær úr familjuni – og í familjufyritøkuni - hevur stjórin son og dóttir.
- Onkur, sum arbeiðir hjá okkum, hevur verið næstan líka leingi í starvi á virkinum, sum eg sjálvur, sigur Karl Jóhan Olsen, sum vit fara hoyra meiri til í aðrari grein á hesi opnu.