Randi Jacobsen
Tað var í 1950, at Johannes Andreasen læt upp matvøruhandil úti í Grønlandi í Havn. Tá ið hann legði frá sær, tók sonurin, Arne Andreasen yvir, og tey seinastu árini hevur abbasonurin Per og kona hansara Gurli rikið handilin.
Men nú hava tey hug at royna okkurt annað, sjálvt um tey hava trivist væl í handlinum.
– Eg royndi at selja og fekk ein góðan keypara, sigur Per Andreasen.
Handilin, sum vanliga gongur undir navninum Keypmaðurin í Grønlandi í Havn, verður fimti Inn-handilin í landinum. Tann triði í Havn.
Tað verður um mánaðarskiftið, at Inn yvirtekur handilin í Grønlandi.









