Familjudagur í miðbýnum 24. juli 2004

Havnar Fimleikafelag skipar fyri stórum tiltaki í gongugøtuni og á Vaglinum í Havn. Tiltakið er ætlað allari familjuni og byrjar kl. 10 leygarmorgunin.

Vikuskiftið undan ólavsøku skipar størsta fimleikafelagið í landinum fyri stórum tiltaki í miðbýnum í Havn. Eins og fimleikurin í felagnum er ætlaður øllum aldursbólkum, so verður familjudagurin eisini lagdur soleiðis til rættis, at øll í familjuni hugna sær.

Børnini hugna sær bæði við fiskibrunni, tombola, barnakarusell og hoppiborg. Tey vaksnu fáa leygardagin avbera góðan møguleika at fylgja við mótanum, tí klædnahandlarnir í miðbýnum sýna fram alt tað nýggjasta.

Øll, ið leita sær oman ímóti pallinum á Vaglinum kunnu hugna sær við Angelu og Hannibal, eins væl og framsýningini, ið FM-fimleikararnir leggja til rættis. Fimleikur fevnir vítt og tí fara ung eisini at sýna fram bæði HipHop og Breakdance.

Tiltakið byrjar kl. 10 og heldur á til kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin og vónar Havnar Fimleikafelag sjálvsagt, at føroyingar nýta hetta høvi at savnast í gongugøtuni - eisini at njóta framúrskarandi fimleikasýningina, ið FM-fimleikararnir sýna fram.

Skráin fyri familjudagin 24. juli 2004:
Kl. 10.00 letur økið upp við fiskibrunni, mat- og bommtombola, pylsuvogni, sølubúð v/vaflum og kaffi, barnakarusell og hoppiborg.
Kl. 11.00 verður framsýning á pallinum á Vaglinum. FM-fimleikarar fara at
sýna fram kynstur og ung fara at dansa hiphop og Breakdanse.
kl. 13.30 undirhalda Angela og Hannibal á pallinum á Vaglinum.
kl. 14.00 verður mótasýning við handlunum í miðbýnum. Luttakandi
handlarnir eru, Sirri, Fljóðið, Kallkyn, Mótaskálin, Skálabúðin, Thomas Dam Ítróttur, X-Size, Wrangler Shop, Siri, Snældan, Bamsan, Línbúðin, Kissa, Alv, Fótbúni, Touché og Vougue.
Angela og Hannibal undirhalda í steðginum.
Kl. 16.00 verður framsýning á pallinum á Vaglinum. FM-fimleikarar fara at
sýna fram kynstur og ung fara at dansa hiphop og Breakdanse.
Kl. 17.00 letur økið aftur.