Í morgin, leygardagin hin 7. desember, skipa handlarnir á Toftum, Navia, Insito og Hjá Pidda saman við Nes kommunu fyri familjudegi.
Jólamaðurin kemur at vitja í Oyrahandlinum frá klokkan 17 til 19, har børnini kunnu tosa við jólamannin og ynskja sær gávur.
Frá klokkan 12 til 17 verður eisini møguleiki at svimja ókeypis í svimjihylinum á Toftum.
Meira kann lesast um familjudagin á Toftum á heimasíðuni www.nes.fo