Nú Skírhósdag ber til hjá øllum at fara til Nólsoyar at hugna sær við allari familjuni.
Tað er Ungdómshúsið í Nólsoy, ið skipar fyri degnum, ið hevur nógvar aktivitetir at bjóða upp á.
- Vit hava ein sonevndan luftbólt, ið fólk kunnu ganga inni í. Eisini fara vit at fiska og fanga krabbar, vit fara at mála andlit og selja bróstsleikisteyrar. Og so fara vit at skipa fyri fleiri ymiskum stafettkappingum, siga tey úr Ungdómshúsinum í Nólsoy.
Skipað verður fyri túrum eisini, annar oman av vitja Dianu Victoriu, kenda bátin, sum Ove Joensen róði til Danmarkar í, og ein túrur verður gjørdur út í Korndal, har søgnin sigur, at ein skotsk prinsessa einaferð búði.
Ætlanin er ikki, at fólk skulu ganga svong úti í Nólsoy hendan dagin, tí ein pylsuvognur er komin í oynna at forða fyri hesum.
Dagurin verður skipaður á Látrinum, har góð spæliviðurskifti eru til smærru børnini við reiggjum og øðrum.
Tey fara at grilla skúmfidusir, og kaffisøla við nólsoyarvaflum verður at fáa á Látrinum.
- Og so hava vit fingið víðagitna Terja Rasmussen at spæla við bálið, so vit vænta ein sera hugnaligan dag, siga tey á Látrinum.
Alt tiltakið kostar 50 krónur, og tá er alt við uttan maturin og so um fólk ynskja at taka eina familjumynd. Børn undir 5 ár sleppa við ókeypis.
Dagurin byrjar klokkan 13.00, tá Ternan fer at Havnini, og heldur fram til 19.00, tá Ternan aftur siglir av Havnini.
Tað er sum nevnt Ungdómshúsið í Nólsoy, ið skipar fyri degnum til frama fyri eina námsferð til Íslands.









