Familjubilur og stjórabilur

Bilarnir, sum vórðu umrøddir í úrvarpssendingini “Bylgjan” í Kringvarpi Føroya týsdagin 24. apríl, vóru Audi A6 og Citroën C4 Picasso

Í útvarpssendingini “Bylgjan” í Kringvarpi Føroya týsdagin vóru tveir bilar umrøddir. Talan var um familjubilin Citroën C4 Picasso og stjórabilin Audi A6.

Citroën C4 Picasso er ein stórur, rúmligur og praktiskur 7 persónabilur við sera liðiligari innrætting og hópin av barnavinarligum og praktiskum ”finessum”, sum gera hann til ein væl egnaðan familjubil.

Hesin, sum varð royndarkoyrdur, var ein C4 Picasso við 1.8 litra bensinmotori (125 hk) og útgjørdur við t.d. hita í setrunum, automatiskum klimaanleggi, góðum lukti í kabinumi, sólgardinum og flúgvaraborðum. Við hesi útgerðini og meira afturat kostar bilurin kr. 268.000, meðan bíligasti 7-persóna C4 Picasso kostar kr. 246.000 hjá Ivan Johansen Bilum.

Audi A6, sum var kosin “Ársins bilur í øllum heiminum 2006” (Årets bil í verden), er ein smartur og framkomin luksusbilur við sportsligum designi og koyrieginleikum.
Ein háteknologiskur bilur, har t.d. nógvir av lutunum eru gjørdir úr aluminium.

A6 hevur MMI (Multi Media Interface) sum standard. MMI er ein framkomin telduskipan við einum skíggja í instrumentborðinum við nógvum ymiskum funktiónum, sum verða stýrdar av einum knøtti í gardanboksini.

Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, var ein A6 við 3,2 litra V6 bensinmotori (255 hk) og kostar kr. 668.000. Annars kostar ein væl útgjørdur A6 við 2,4 litra bensinmotori, Multi-tronic girum og leðurkabinu kr. 524.000. Bíligasti Audi A6 kostar kr. 438.000 hjá Bilasøluni í Hoyvík.

Tað var útvarpsmaðurin Kári Sólstein, sum tosaði við Sofus Hansen, bilbyggjara, og Óla Jákup Rólantsson og Magnus Gunnarsson, sum skriva um bilar í ávikavist Vikublaðnum og Sosialinum.