Í familju við allar Vatnsoyrar

Sum barn plagdi pápi mín at siga við meg, at eg var í familju við eina heila bygd. Tað vóru nevnliga forfedrarnir hjá okkum, sum vóru niðursetufólk í Vatnsoyrum.
Eg var stolt av at vera í familju við eina heila bygd - men helt tað samstundis vera eitt sindur løgið, at eg ikki var babtist, tá tey øll vóru tað...
Tá vit fluttu til Føroya fyri einum ári síðani, var tað hetta við familju, sum mangan fekk meg at smílast fyrstu mánaðirnar.
Sonurin fekk ein vinmann í barnagarðinum, Torstein, sum fortaldi, at abbi hansara eisini eitur Torstein og býr í Skopun. »Ná, so tú er abbasonur hann, og sonur hana, og mostur tín eitur tað...«
Ein annan dagin gjørdi eg eina samrøðu við ein, sum vísti seg at vera beiggi konuna hjá einum syskinabarni. Pedagogurin í barnagarðinum hjá yngra soninum var dóttir ein góðan vinmann hjá beiggja mínum, og soleiðis helt tað áfram.
Hóast CTD og annað lort, ið kemst av, at vit eru ov tætt í familju, er tað hóast alt sjarmerandi, at søga okkara er flættað soleiðis saman, sum hon er í Føroyum.
Tað tók nakrar mánaðir, og so var eg vand av við anonymitetin í stórbýnum og byrjaði næstan at presentera meg við at siga: »Eg eri dóttur Pedda hjá Jesar í Sørvági.« Tað fekk fleiri at nikka, enn um eg brúkti útlendska Inna Tørnroos (eftirnavnið hjá álendska manninum).
Men hóast eg elski, at vit í Føroyum kenna øll, eru í familju við tey flestu og hava mein­ingar um tað mesta, er anonymiteturin í stórbýnum eisini fantastiskur. At kunna ferðast nakrar kilometrar frá heiminum, og ONGIN kennir teg aftur. Tú nýtist ikki at hugsa um um klæði, hár, smyrsl ella gongulag – ella um tú dettur á rumpuna - tí ongin kennur teg aftur.
Í bústaðsøkinum í einum stórbýi er tað tó næstan sum í einari lítlari bygd – øll kenna hvønnannan og vita tað mesta.
Men at presentera meg sum »Inna hjá Pedda hjá Jesar« ja, tað virkar nokk bara í Føroyum!