Tá ið Ghetto Føroyar fer av bakkastokki í morgin, fara føroyskar kvinnur at skifta orð um hví summar velja lívið sum mamma, meðan aðrar velja hetta frá.
Í morgin er Ghetto Føroyar aftur á skránni. Sendingin úr útisetaumhvørvinum í Keypmannahavn bjóðar hesaferð til eitt áhugavert orðaskifti millum føroyskar kvinnur.
Kvinnurnar fara at skifta orð um hví tað er, at ein teirra hevur valt karrieru fram um lívið sum mamma. Hon hevur tó ikki avskrivað børn fyri altíð, men tað er týdningarmikið fyri hana, at vera seg sjálva - áðrenn børn koma uppí leikin. Harumframt fara lurtarar at frætta um hvørjar tankar ein skal gera sær, um ein ynskir at fáa børn í ungum og eldri døgum.
Umframt hetta verður livandi tónleikur, ein klumma, og vikuliga prikið, sum hesaferð fer til landsstýriskvinnuna í almannamálum.
Sendingin verður at hoyra á Rás2 frá klokkan 14.00 - 16.00 føroyska tíð í morgin.










