Familjen á G! 2009

G! avdúkingin heldur fram, og eitt av dagsins nøvnum er svenski bólkurin Familjen Familjen er millum nýggjastu og bestu skotini á norðurlendska bulinum av framúr góðum elektroniskum bólkum og einstaklingum hesi seinastu árini. Hugsa bara um nøvn sum Royksopp, The Knife, Trentemøller og onnur. Tó vilja ummælarar og kritikarir vera við, at fjøldin ongantíð hevur hoppað so høgt, skrálað so hart, ella sveiggja so inniliga á dansigólvinum, sum til løg sum ?Kom, Säger Dom? og ?Det Snurrar i Min Skalle? hjá framstormandi Familjen.

 

-Tað er okkum ein sannur heiður at bjóða eitt av allarbestu electronisku nøvnunum í norðurlondum júst nú, sigur Jón Tyril.

 

Familjen er soloverkætlanin hjá svenska Johan T. Karlsson, ið sjálvur skrivar tekst og tónleik, spælir øll ljóðføri, syngur og framleiðir. Tað er norska plátufelagið Tellé, ið eisini hevur millum annað Royksopp, sum gevur Familjen út.

 

Í fjør vann Familjen svensku Grammy virðislønina fyri bestu video til lagið ?Det Snurrar i Min Skalle?. Lagið hevur eisini verið á playlistanum hjá Kringvarpi Føroya.

 

Á vári í fjør ferðaðist Familjen saman við einum av størstu bólkunum í Svøríki, Kent, og í oktober framførdi hann sum eitt av høvuðsnøvnunum á Iceland Airwaves í Reykjavík.

 

Tá Familjen framførur í Gøtu í summar vera teir tríggir á palli, harímillum hin altjóða viðurkenda undirgrund DJ´arin Andreas Tilliander. Saman skapa teir eina heilt serstaka ljóðmynd, sum teir sjálvir kalla indie techno. Tað er eitt slag av acid-house blandað við indie-rokk, sum alt verður borðreitt á svenskum.