Familjan varð hótt eftir lívinum

José Mourinho er í øðini inn á John Obi Mikel, sum hóast skaða spældi í samfullar 90 minuttir fyri Nigeria. Sjálvur sigur spælarin, at hann hevði einki val

Fótbóltur

- Viðhaldsfólk hjá Nigeria trýstu meg at spæla. Spældi eg ikki fyri land mítt, kundi hetta hótt lívið á familju míni.
Soleiðis sigur 19 ára gamli John Obi Mikel, eftir at Chelsea-venjarin, Jose Mourinho, hevur havt at spælaranum, tí hesin spældi samfullar 90 minuttir av landsdystinum seinasta týsdag, hóast læknin hjá Chelsea fráráddi hesum.

Kontroversiellur
Hóast unga aldurin, so hevur Mikel fleiri ferðir verið í ensku yvirskriftunum fyri annað enn bara spælið á vøllinum. Seiansta summar var ein av stóru transfer-søgunum, hvar stórtalentið fór at spæla. Manchester United hevði sum so gjørt sáttmála við hann, men tað endaði tó við, at undirskriftin varð sett á pappír við Chelsea, sum so noyddist at rinda bæði Manchester United og norska Lyn fyri spælaran.
Fyrr í hesum kappingarárinum hevur Mourinho eisini havt at unga stjørnuskotinum, tá hesin ikki hevur sýnt rætta hugburðin til spælið, og portugisiski venjarin var ikki blíður, tá spælarin nú spældi landsdyst.
- Eg hevði einki val. Fólk eru enn í øðini, tí eg ikki var á liðnum til útidystin í Lesotho. Og hóast eg royndi at tosa við leiðsluna í fótbóltssambandinum, so vildu teir als ikki lurta. Og tað vildu viðhaldsfólkini heldur ikki.

Mourinho í øðini
Venjarin hjá Chelsea hevur enn ikki gjørt nakrar viðmerkingar til hendingina, men tað er lítil ivi um, at hann var í øðini.
- Um Jose var illur. Avgjørt. Hann var sera vónbrotin, og eg vóni bara, at hann hevur skilir mína støðu. Gud viti, hvat hevði hent familju míni, um eg ikki spældi, sigur Mikel við enskar miðlar.