Síðani landskappingin í hondbólts endaði fyri einum mánaða síðani, hava nógvar gitingar verið frammi um, hvar teir ymisku leikararnir fóru at verða komandi kappingarár. Millum hava rumensku hjúnini í Vestmanna, Ioana og Daniel Rapa, verið nógv umrødd.
Tey bæði, ið nú hava verið í Føroyum í seks ár, hava verið sett í samband við bæði Neistan og Kyndil, men nú er so greitt, at Ioana og Daniel halda fram í Vestmanna. Fráfarandi formaðurin í VÍF, Jógvan Sigurd Poulsen, sigur, at avtala er gjørd við tey bæði, um at tey halda fram í VÍF, har tey hava verið øll árini, síðani tey komu til Føroya. Tó er greitt, at Daniel Rapa ikki fer at halda fram sum venjari hjá kvinnuliðnum hjá VÍF, men enn vil Jógvan Sigurd ikki avdúka, hvør ið skal venja kvinnuliðið.