Familjan Mikkelsen vann bilin

Mikudagin 5. november handaði bilasølan Norðbil við Oyggjarvegin ein spildurnýggjan bil til familjuna Conny og Regin Mikkelsen í Hoyvík.

Regin, sum var burturstaddur, og konan Conny saman við synunum Atla, Torbjørn og Sámal tóku ímóti bilinum.


Tað var ítróttarfelagið EB-Streymur sum burturlutaði bilin, ein Hyundai Sonata 2,0 GLSi, til eitt virði av 256.000 krónum. Lutaseðilin varð drigin leygarkvøldið 25. oktober.