Familjan Klakstein umrødd í UEFA

Faroese Klakstein Family Makes History. Soleiðis er heitið á greinini um møðgurnar Eyðvør og Báru Klakstein, sum er á heimasíðuni hjá europeiska fótbóltssambandinum, UEFA.

 

Mikukvøldið skrivaðu tær báðar søgu, tá tær spældu fótbóltsdyst í Luksemburg við føroyska kvinnulandsliðnum.Tær eru einasta dømi í heiminum um, at tvey ættarlið hava spælt á sama fótbóltslandsliði í senn.

 

Hetta er annars ikki fyrsta ferðin, at tær báðar eru á vølli í senn. Í KÍ hava tær spælt saman seianstu trý kappingarárini, og báðar tvær eru tær eisini við at manna besta kvinnuliðið hjá Stjørnuni.

 

Í greinini á heimasíðuni hjá UEFA stendur eisini um føroysku fótbóltfamiljuna, at beiggi Eyðvør, Heðin, hevur spælt við U-21 og kom fyrstu ferð á besta mannsliði hjá KÍ sum 19 ára gamal. Eisini pápin, Eyðun Klakstein,og hansara fótbóltslív verður nevndt í greinini.

 

Til ber at lesa greinina um fótbóltsfamiljuna úr Klaksvík her