Fyrrverandi italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, sáli, hevði heilt til sín deyða mánaðarligar gjaldingar til ungar kvinnur, sum luttóku í umstríddu Bunga Bunga veitslunum hjá honum.
Tað skrivar italska ávísin, Corriere della Sera, sum er ein av landsins størstu ávísum.
- Í meira enn 10 ár fingu 20 kvinnur mánaðarlligar kekkar á 2500 evrur, sum svarar til eina hampiliga mánaðarløn. Onkrar av kvinnunum búðu eisini í íbúðum, sum samtøk hjá Silvio Berlusconi áttu.
Sambært ríkmanninum og fyrrverandi forsætisráðharranum, sum einaferð eisini var parteigari í stórfelagnum, AC Milan, vóru pengarnir, hann rindaði ungu kvinnunum, gjald fyri, at tær vóru komnar í ringt orð.
Italska ákæruvaldið hevði nevniliga rættarmál koyrandi ímóti ríkmanninum um Bunga Bunga-veitslurnar, sum ákæruvaldið metti vera ónærisligar veitslur við gleðisgentum.
Italska ávísin veit at siga, at eftir at Silvio Berlusconi doyði fyrr í ár, hevur familja hansara steðgað mánaðarligu gjaldingunum til ungu kvinnurnar, eins og kvinnurnar nú eru blakaðar út úr íbúðunum.