Pakistan vil ikki hýsa familjuni hjá fyrrverandi yvirgangsleiðaranum Osama bin Laden longur, og tí verða tey 12 fólkini send av landinum annaðhvørt í dag ella í nátt okkara tíð.
Tær tríggjar einkjurnar, átta børn og eitt abbabarn hava verið í varðhaldi hjá pakistonsku myndugleikunum, síðani amerikanskir hermenn skutu bin Laden fyri 11 mánaðum síðani. Herfyri vórðu tey dømd 45 daga fongsul fyri at vera komin til landið uttan lógligt loyvi, og tá søgdu myndugleikarnir, at tey blivu send av landinum, so skjótt tey høvdu sitið dómin.
-Tey fara í kvøld ella í nátt, sigur verji teirra, Muhammad Aamir, við fjølmiðlarnar. Hann sigur, at í fyrsta umfari fara øll væntandi til Saudiarabia, har bin Laden var ríkisborgari. Tann yngsta einkjan, Amal Abdulfattah, verður síðani helst send til Jemen við sínum fimm børnum, tí hon er jemenskur ríkisborgari.