Familjan fremst hjá Miðflokkinum

Familjupolitikkurin fær mest pláss í valskránni hjá Miðflokkinum, sum avskrivar verandi ætlaða yvirtøkuleistin og hevur fleiri viðkvom og serstøk evni á skránni

LØGTINGSVAL

 
Miðflokkurin hevur almannakunngjørt sína valskrá, og mesta plássið í valskránni fáa hjartamálini hjá flokkinum ? familju- og trivnaðarmál.
Valskráin minnir um hana frá 2002. Miðflokkurin tekur eisini støðu til kynsvillingar, sum flokkurin kallar tey samkyndu.
Flokkurin nevnir bert í stuttum fullveldi og sjálvstýri. Flokkurin vil hava eina fíggjarliga avkláring við danir viðvíkjandi Nato-støðini. Miðflokkurin heldur ikki, at verandi yvirtøkuætlan kann nýtast.
Vit hyggja í hesari greinini eftir punktunum í valskránni hjá Miðflokkinum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Familjan
Eitt greitt hjartamál hjá flokkinum, ið leggur størsta dentin á álit til Gud, er familju- og trivnaðarpolitikkur. Bill Justinussen og Miðflokkurin hava í seinastu samgonguni havt m.a. hesi mál um hendi, og flokkurin ætlar at slóða fyri broytingum á hesum økjum.
Sagt verður m.a.:


  • Ansingarstuðul fylgja barninum. Avsláttur fyri fleiri børn á dagstovnum, max. gjald ásetast. Barsilslógin útbyggjast stigvíst til farloyvi í eitt ár við løn.

  • Ásetingar um heilsugott umhvørvi á stovnum og skúlum.

  • Mjólkastuðulin hækkast aftur.

  • Rentustuðulin endurskoðast, fortreytir fyri lántøku ikki broytast.


Harumframt sigur flokkurin, at vegleiðing eigur at vera latin teimum, sum gerast hjún. Flokkurin vil eisini hava eina lóg um Viðurskiftini á leigumarknaðinum.
Miðflokkurin fer til val við kendur slagorðunum eitt samfelag fyri øll ? grundað á kristnu virðini.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Etikkur
Fremst í valskránni hjá Miðflokkinum verða tey etisku málini tikin fram. Flokkurin hevur kanska verið mest kendur fyri sína eyðkentu og heldur umstríddu sjónarmið til mál sum fosturtøku og samkynd, sum Miðflokkurin kallar fyri kynsvillingar. 
- Veita óføddu børnunum somu rættartrygd sum øll onnur njóta, og lógargrundarlagið at tryggja fostrum atgongd til lívið má útvegast, sigur valskráin hjá Miðflokkinum um fosturtøku.
Jenis av Rana sigur, at við seinasta val var evni viðvíkjandi kynsvillum ikki so nógv frammi sum tað er nú, og flokkurin hevur tí sett teirra støðu greitt í valskránna viðvíkjandi teimum kynsvillu.
- Vit siga púra greitt nei til serviðgerð til kynsvill. Vit vilja hjálpa teimum kynsvillu, og tað skal vera uppgávan hjá tí almenna at skipa fyri hesum. At hava tilboð um hjálpt móti hesari sjúku, sum tey kynsvillu hava, ljóðar greiði boðskapurin frá Bill Justinussen.
- Flokkurin eggjar eisini til, at gera lógargrundarlag fyri einrøktan, t.e. klóning.
- Týdningarmikið at flokkar hava eina støðu í hesum grundleggjandi málum, sigur Miðflokkurin.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Vinnan
Viðvíkjandi einskiljing heldur Miðflokkurin at hvør fyritøka má metast fyri seg. Flokkurin skrivar í valskránni soleiðis um vinnuna:
n     Karmarnir fyri vinnulívinum skulu miðja eftir at geva vinnuni kappingarføri.
n     Farandi og komandi ættarlið eiga eisini rætt til møguligt oljuríkidømi.
n     Øll gransking verður samskipað og ment.
 
Flokkurin hevur eitt konkret dømi um ein vinnugrunn
- Endamál grunsins er at veita heildarloysnir til vinnulívsgreinar í kreppu undir serligum treytum. Vinnan eigur og stýrir grunninum -  leyst av politiskari ávirkan, sigur Miðflokkurin, sum heldur at grunnurin kann fíggjast við at leggja ein 5% skatt á yvirskoti hjá feløgum.
Eisini á vinnuøkinum vísir flokkurin nakrar ørðvísi raðfestingar enn flest aðrir flokkar. Flokkurin leggur dent á trivnaðar- og heilsuviðurskifti hjá sjómonnum fyrst og fremst. Sagt verður:
n     Ríkidømi havsins er gáva Skaparans til allar føroyingar.
n     Trivnaðar- og heilsuviðurskiftini hjá sjómonnum nær og fjar skulu skipast í trygga legu.
n     Loyvisviðurskifti broytast:
n     Forða spekulatión við loyvum
n     fella aftur til landið
Flokkurin er fyri, at fíggingarstovnar kunnu fáa veð og møguleika at trína inn í alirættindini. Brúksskylda skal ásetast til aliloyvini. Annars ? fellur loyvið aftur til landið og forðast skal fyri  spekulatión við aliloyvum.
Skattaásetingarnar fyri alifyritøkur skulu eisini broytast. Farast skal eisini í holt við at betra heilsustøðuna hjá alilaksinum.
- Søkja loyvi frá ES at koppseta laksin móti ILA virus sum skjótast.Sjúkufyribyrging og niðurberjingar ætlanir viðv. ILA fara saman við koppseting at betra um heilsustøðuna ? ikki minst hugtakið ?ein fjørður ? ein árgangur, sigur Miðflokkurin í valskránni hjá sær.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Skattur og avgjøld
Miðflokkurin vil gera tað til ein greiðan fyrimun ? eisini skattaligan ? at vera giftur.
-Tað skal ikki vera tað øvugta, sigur Bill Justinussen. Flokkurin sigur í valskránni:
n     Fyrimunur at vera gift(ur).
n     Hjúnarbandsvinarligar og familjuverjandi.
n     Skattafrælsi fyri gávur til vælgerandi endamál.
n     Endurskoðan av MVG lógini.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Almanna- og heilsuøki
Miðflokkurin hevur nógv upp á hjarta, tá tað kemur til almanna- og heilsuøki.
Børnini fylla nógv hjá Miðflokkinum.
- Heilsugott, rús- og  roykfrítt umhvørvi, trivnað og góðan bústað, nøktandi almenn tilboð fyri børn við serligum tørvi og Lógartryggjaða barnavernd skrivar Miðflokkurin millum annað í valskránni viðvíkjandi børnum og ungum.
Flokkurin vil hava størri trygd til tann einstaka á almannaøkinum. Stórur dentur skal eisini leggjast á fyribyrging. Flokkurin sigur soleiðis undir yvirskriftini fyribyrging:
n     Broytan av rúsdrekkalógini, promillumarkið lækkast.
n     Fyrimynd hins almenna viðvíkjandi rúsfríum móttøkum og veitslum.
n     Filmseftirlitið umskipast til nútíðartørv.
n     Royking á almennum støðum ikki loyvd.
Miðflokkurin heldur, at nógv av tí, sum tað almenna stendur fyri til dagliga, viðvíkjandi skeinkjan av rúsdrekka til móttøkur og annað, ikki hóskar seg og ikki er ein partur av okkara føroysku mentan.
À heilsuøkinum fer flokkurin til val millum annað við teirri ætlan at seta í verk lógir um skúlalæknaskipan, ílegugransking, tubbaksnýtslu, doping, visitatiónsnevnd og
psykiatri.
Ein fólkaheilsupolitikkur skal eisini orðast, heldur Miðflokkurin. Hesin politikkur skal seta greið mál fyri roykivanar, drekkivanar, matvanar og rørsluvanar.
Flokkurin nevnir eisini sálarsjúk í valskránni. Flokkurin heldur, at tey sálarsjúku skulu hava munandi betri umstøður, m.a. egnan bústað.
Sum heild leggur flokkurin stóran dent á kristnu virðini, og hetta skal síggjast aftur í flest øllum støðum í samfelagnum ? ikki minst innan skúlagátt.
Miðflokkurin eigur í løtuni ein tingmann, Jenis av Rana, og ein landsstýrismann, Bill Justinussen. À atkvøðuseðlinum kallast Miðflokkurin listi H.