Á jomfrúferðini vóru allir pakkarnir útseldir. Millum onnur, sum vóru við, var ein familja, sum telur 14 fólk. Tað vóru ein omma og ein abbi, fýra av teirra fimm børnum og so aftur teirra børn. Tað eru ein familjusiður hjá teimum at fara ein viku til Danland á páskum, og í ár vóru tey so heppin, at tað fall beint á jomfrúferðina hjá nýggju Norrønu.
Lillian Isaksen úr Kvívík, sigur, at tað var avbera gott at sigla og ein spennandi túrur niður.
? Skipið er avbera flott, og umstøðurnar umborð eru munandi betri ? serliga fyri børnini, sigur hon.
Tó sigur hon, at tey noyddust at standa í bíðirøð longi til alt, óansæð hvat tey skuldu.
-? Onkuntíð stóðu vit í røð í hálvan til ein tíma, og tað er alt ov longi, serliga tá tað er til máltíðirnar, sigur hon. Men hon letur tó væl at øllum øðrum.
Við á ferðini niður vóru eisini Angela og Hannibal, og tað dámdi børnunum sum vera man væl. Tað var eisini sera spennandi fyri tey at koma umborð á hetta nýggja skipið og síggja nógv spennandi, men Lillian heldur ikki, at tað hevði verðið langligt hjá børnunum, um tað ikki var.
? Har er so nógv fyri børnini. Til dømis ber tað eisini teimum til at sita og hyggja at teknifilmi inni á kamarinum.
Børnini sum eru í hesum ferðalagnum eru í aldrinum 0 til 15 ár. Lillian sigur, at tað er ein góður máti at savna alla familjuna uppá. Og so fáa tey nakrar hugnaligar dagar saman í Danmark.
? Veðrið er fínasta slag. Sólin skínur, men tað er ikki vorðið so heitt enn, so vit ganga ikki í stuttum buksum ella nakað, men hetta er nóg mikið fyri okkum kortini, sigur hon í telefonini úr Danlandi.
Hon greiðir frá, at gamla og nýggja Norrøna eru sanniliga hvør sítt skip, og hon samanlíknar tey ikki á nakran hátt. Tey høvdu hugsað um, hvussu tað mundi fara at verða við at lata børnini ganga og renna runt einsamøll á hesum stóra og stásiliga farinum, men tað var ongin trupulleiki.
? Tey kundu saktans renna runt sjálvi, uttan at vit høvdu so nógvan ampa á okkum, so tað er bara gott, sigur Lillian Isaksen. Hon sigur tó, at tey høvdu farið júst henda túrin við Norrønu óansæð, tí tað er siður at fara á páskum.
? Nú var tað bara so tilvildarligt, at tað bleiv fyrsta túrin hjá Norrønu, sigur hon.
Tey komu niður leygardagin og skula steðga í eina viku. Nú fara tey at koyra runt til tey ymisku frítíðarstøðini, sum eru ein sjálvfylgja, tá børn eru við á ferðini. Til dømis Legoland og onnur støð við.
Lillian og familja hennara fegnast eisini um, at prísmunurin á pakkaferðunum ikki er stórur fyri tað, um tað nú er nýggja Norrøna, sum siglir.
Og tað tykist ikki vera nakar ivi um, at tey hugna sær óført í Danmark.
Lillian og maðurin eiga fimm børn. Fýra av teimum eru við á ferðini hesuferð við teirra børnum. Tann fimti kundi ikki verða við hesuferð, tí hann skuldi til skips.
Gravgangur
Pakkaferðirnar hjá Smyril Line til Danland ganga sum heitt breyð. Frá Smyril Line siga tey, at trýstið sum er beint nú, gevur eina ábending um, at áhugin er størri í ár enn í fjør. Hóast tey ikki hava nøkur beinleiðis tøl at vísa á beint nú. Onkrar pakkaferðir eru longu útseldar, og áhugin fyri øðrum er stórur.
Tilboðspakkarnir vara ofta til háárstíðin er byrjað einaferð í juni.
? Vit merkja trýstið væl, og vit hava sera nógv at gera. Og tá er háárstíðin ikki byrjað enn, verður sagt frá Smyril Line.