Familja doyði í flogvanlukku

Fimm fólk, trý børn, mamman og abbin, doyðu, tá tað lítla flogfarið, sum tey vóru í, datt niður við Charleroi-flogvøllin nærhendis belgiska høvuðsstaðnum Bruxelles í dag.

Vanlukkan hendi, tá flogfarið fór á flog. Orsakað av einum trupulleika royndi flogfarið at venda aftur og at neyðlenda, men tað datt niður beint við síðuna av lendingarbreytini. Tað er ikki greitt, hvat bagdi flogfarinum.

Heimasíðan hjá blaðnum Le Soir skrivar, at tey trý børnini vóru sjey, seks og trý ára gomul, mamman var 39 og abbbin 68. Tey vóru úr Bruxelles.

Charleroi er einar 60 kilometrar frá Bruxelles, og flogvøllurin har er tann næststørsti í Belgia.