Tryggingarfelagið Føroyar er høvuðsstuðul hjá sangleikinum FAME, sum Føroya Studentaskúli og HF-skeið í Hoydølum setur upp og sum verður spældur í Norðurlandahúsinum 17.-23. november.
Fríggjadagin undirskrivaðu Gunnar í Liða, forstjóri og Edvard Heen, varastjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, og Herleif Hammer, verkætlanarleiðari fyri FAME, avtalu um stuðul. Tey frá Tryggingarfelanum siga, at tey hava valt at stuðla sangleikinum, tí felagið fegin stuðlar ungdóminum, og í hesum førinum heldur felagið tað vera vert at stuðla ungum evnaríkum fólkum og vera við til at profilera studentaskúlan og næmingarnar har. Tryggingarfelagið Føroyar ger nógvar stuðulsavtalur og vil fegin náa breitt út um samfelagið við sínum stuðli. Við stuðlinum til FAME vil felagið vera við til at menna evnini hjá ungum miðnámsskúlanæmingum innan palllist og geva teimum nýggjar upplivingar og royndir og høvi til at síggja nýggjar møguleikar.
- Tryggingarfelagið leggur seg eftir at stuðla list og serliga ungdómi. Vit halda, at hendan verkætlanin er sera spennandi, og vit vilja fegin hjálpa teimum at gera hana til veruleika, sigur Edvard Heen.
Stórur sangleikur
Fyrireikararnir handan FAME eru glaðir fyri samstarvið við Tryggingarfelagið Føroyar, sum tryggjar fíggjarliga grundarlagið undir leikuppsetingini. Sjálvt um tey umleið 80 fólkini, sum fara at vera á pallinum, eru óløntir studentaskúlanæmingar, og lærararnir á skúlanum gera eitt stórt arbeiði fyri hesum sangleikinum, so er neyðugt at leiga fólk inn til uppgávur, sum krevja størri arbeiði og førleika. Har ímillum er leikstjórn, koreografi, týðing, sangfrálæra, tilrættalegging av tónleiki og annað. Alt í alt er sjálv verkætlanin eitt tungt tak at lyfta, og Føroya Studentaskúli er fegin um at Tryggingarfelagið Føroyar vil hjálpa við at lyfta hana, siga fyrireikarunum.