Norðurlandahúsið er karmur um hetta risastórt tiltak. Sangleikurin “Fame” er eitt stórt show, í orðsins besta týdningi. Alt er stórt og vakurt, og tú keðir teg ongantíð. Eygu og oyru mugu næstan arbeiða yvir, um tú skal fáa alt við sum hendir á pallinum.
Føroya Studentaskúli og HF-skeið hevur saman við Rytmiska Kórinum í Hoydølum seinastu 9 árini staðið fyri stórum og vælumtóktum songleikum. Skeyk, Hair, Godspell og Jósef og hitt ótrúliga litfagra dreymakotið eru undanfarnu sangleikir, sum skúlin hevur staðið fyri, og nú eigur “Fame” tørn.
Tá ið teppið varð drigið frá til frumframførsluna av sangleikinum “Fame” fríggjakvøldið, merkti tú beinanvegin, hvussu stórt hetta tiltakið er. Pallurin er sera stórur og vakur, og tónleikurin rungaði hart og væl í salinum. Longu frá byrjan er ein hektiskur hýrur í leikinum (uppá tann góða mátan), og sum áskoðari verður tú beinanvegin drigin inn í hendan fremmanda heim.
Í stuttum kann sigast um søguna, at hon snýr seg um ung fólk við stórum dreymum um at gerast kend fyri sína list. Leikurin er settur at ganga fyri seg miðskeiðis í 80´árunum. Hesi ungu fólkini hava leitað sær inn á ein listaskúla í Tórshavn, har tey skulu menna síni listarligu evnir. Skúlin er ein tryggur karmur hjá teimum ungu, men alla tíð lokkar útheimurin. Tey ungu droyma um at koma til New York, har ið tey vilja uppnáa tað størsta sum er – “Fame”.
Vit fylgja teimum ungu fólkunum í trý hendingarík ár, sum innihalda mangt og hvat. Mong av teimum ungu stríðast við teir heldur konservativu karmarnar í skúlanum, og onnur stríðast við viðurskifti sum hoyra ungdóminum til.
Tøkniligar ónollur
Tá ið ein so stórur leikur verður settur upp, eru tað nógv viðurskifti sum skulu havast í rættlag. Men tíanverri vóru summi ting, sum ikki vildu rigga. Serliga vóru tað onkrar mikrofonir ið spældu leikarunum eitt puss. Í onkrum sangi hoyrdist teksturin als ikki, vegna skróv og skurr frá mikrofonini. Hetta var eitt stórt minus, tí slíkt órógvar áskoðarans innliving.
Eisini er tað torført at hoyra orðini í sangunum, tá ið fleiri syngja saman. Tá leypur alt ljóðið saman, og tú situr spyrjandi, tí at tú ikki veit hvat ið hesir sangarar syngja um. Men tó skal sigast, at søgan er so mikið einføld, at tú ongantíð gerst heilt burturvilstur í søgugongdini.
Tað eru tey bæði Anna Kristin Bæk og Dánjal Hoydal, sum hava týtt leikin til føroyskt. Og hesum eru tey sloppin væl frá. Tú merkir at málburðurin er natúrligur í handritinum, og hann fellur leikarunum lætt. Tað er altíð eitt gott tekin. Men aftur her kann sigast, at tað er spell, tá tú ikki hoyrir orðini so væl í tónleikinum, av tí at ljóðið gerst til ein vavstur, tá ið øll syngja saman.
Julian Rasmussen hevur staðið fyri samskipanini av tónleikinum. Bólkurin, sum hann hevur afturat sær, spælir sera væl, og tónleikurin situr heilt væl. Tað er rættiliga krevjandi tónleikur, sum bólkurin framførur, men tónleikararnir megna at framføra tónleikin sannførandi.
Góðar og ivasamar framførslur
Tað eru næmingar sum mynda flestu leiklutirnar í leikinum. Tað er altíð stuttligt at síggja ungar leikarar royna síni kynstur. Har er eitthvørt frískligt yvir hesum ungu leikarum, sum fara púra óimponerað til verka. Men tá ið tað er sagt, so sæst tað eisini aftur í støðum, at talan er um óroyndar áhugaleikarar. Onkrastaðni sita replikkirnar ikki so væl, og nógv verður “yvirspælt”. Men tað er kanska eisini tílíkt sum hoyrir til sjangruna. Sangleikir eru onkursvegna ein óveruligur alheimur, har ið leikarar syngja og dansa fyri at lýsa sínar kenslur. Sostatt verður søgan ofta yvirspæld.
Men tað eru serliga sangframførslurnar sum liggja eftirá, haldi eg. Serliga hoyrist tað á teimum mannligu leikarunum, at teir ikki eru so royndir sangarar. Teir hava ikki heilt tamarhald á sanginum, og tá ið tøkniligar ónollur eisini vilja gera fortreð, hoyrist tað serliga væl, at talan var um óroyndar sangarar. Av teimum mannligu leikarunum, haldi eg at tað liggur best fyri hjá Dánjali Guðjónsyni at syngja. Hann røkir leiklutin, Bartal Mohr, sum er ein dansinæmingur úr Havn. Tú hoyrir, at Dánjal er vanur at syngja, og hetta styrkti um allan leikin.
Hinvegin lá tað væl fyri hjá flestu kvinnuligu leikarunum at syngja. Edith Dahl Jacobsen røkir ein av høvuðsleiklutunum, og hon dugir eisini sera væl at bera sangin. Tað er eyðsæð, at hon er eitt stórt talent innan sang og sjónleik, og vit fara óivað at síggja nógv meir til hana í framtíðini.
Afturat teimum ungu eru nakrir royndir leikarar við til at røkja teir eldru figurarnir. Millum hesi kunnu nevnast Hans Tórgarð, Jensina Olsen og Mikkjal N. Helmsdal. Og hesi trý standa seg heilt væl. Serliga er tað stuttligt at síggja Jensinu spæla tann heldur konservativi lærarin, Randi Dam, sum serliga leggur dent á tann bókliga partin av útbúgvingini. Hendan leiklutin røkir hon sera væl.
Dansur og búnar
Eitt sum ikki slepst uttanum í einum sangleiki, er dansurin. Og “Fame” er onki undantak. Jóna Kristin Thomsen hevur lagt dansin til rættis, og hetta er hon sloppin heilt væl frá. Dansararnir gera sítt arbeiði til eitt satt UG. Tað er fantastiskt at síggja dansararnir hoppa, sveima, svinga og mæla afturvið tónleikinum. Dansararnir duga so fantastiska væl, at eg sat púra paff av teirra ótrúligu evnum.
Eisini er tað ein fragd at síggja teir litríku búnarnar. Sum sagt, so gongur leikurin fyri seg í 80´unum, og vit minnast hvussu mótin var tá. Sniðgevin Anna Kristin Bæk hevur saman við seymikonunum Sólvør Jacobsen og Beintu Johannesen rakt seymin á høvdi. Vøkru og stuttligu búnarnir gera, at tú næstan droymir teg aftur í 80´ini har ið varrastiftin, stóra hári og undarligu klæðini vóru í hásætinum. Hetta er heilt stuttligt at síggja, og hava fyrireikararnir rós uppiborið fyri hetta avrik.
Tunn søga
Søgan í “Fame” er rættiliga tunn. Uttan at avdúka ov nógv, haldi eg, at søgan verður skundað ígjøgnum leikin, og søgan hvílir ikki serliga væl. Har eru nógvar lítlar søgur í tí stóru søguni, og brádliga er søgan liðug. Leikurin endar sera brátt, og fyri meg var tað ein løgin kensla, tá ið leikararnir savnaðust fyri at taka ímóti lógvabrestum. “Er tað longu liðugt”, spurdi mín síðumaður, og eg hevði hug at spyrja tað sama. Tað er ofta í sær sjálvum eitt jaligt tekin, tá ið áskoðararnir vilja síggja og hoyra meira. Men í hesum førið var tað helst av tí, at summi ikki kendu, at tey vóru komin á mál í teimum ymsu søgunum.
Samanumtikið ein stór uppliving
Eftir mínum tykki, hevur leikurin onkrar óhepnar og veikar løtur. Men tað er ongin ivi um, at har eru nógv fleiri góðar løtur. Leikurin er serstakliga hendingaríkur, og ferðin er alla tíð høg. Leikurin er ein sannur góðbiti fyri eygu og oyru, og tey sum hava ognað sær atgongumerki til leikin, skulu avgjørt gleða seg til eina stórfingna uppliving.
Leikarar og fyrireikarar hava knossað við at fáa leikin upp at standa, og tey skulu njóta hesa løtu. Tað er forkunnugt hjá okkum føroyingum at upplivað eitt slíkt tiltak, og tískil skulu vit fagnað hendan stóra sangleik. Longu nú gleði eg meg til næsta útspæli úr Hoydølum!