Fyri tveimum árum síðani var ein tann størsta og mest væleydnaða sjónleika- og tónleikaframførslan nakrantíð í Føroyum - sangleikurin Jósef - á skránni. Nú fara studentaskúlanæmingar úr Hoydølum aftur á pallin, men hesa ferð verður tað ein ikki minni navnframur sangleikur, sum farið verður undir. Nevniliga sangleikurin Fame. 15. - 20 november fara næmingarnir úr Hoydølum at framføra sangleikin í Norðurlandahúsinum.
Hugskotið til at framføra sangleikin er sprottin úr einum samstarvi millum lærugreinarnar tónleik, leiklist, ítrótt, evning og enskt. Ein av grundarsteinunum undir sangleikum í Hoydølum er sum vant Rútmiska kórið, men afturat kórinum skulu finnast 15-20 leikarar og 10-15 mannligir og kvinnuligir dansarar. Í leikinum verður eisini eitt rokkorkestur og ein blásarabólkur við fleiri ymiskum sermerktum ljóðførum.
- Talan er um ein ungdómsleik við góðum tónleiki, kórsangi og dansi. Fame er avgjørt ein spennandi avbjóðing fyri okkum øll, sigur ein av stigtakarunum, Hans Olivur Joensen.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fame
Fame var upprunaliga gjørdur sum ein filmur í 1980 av David De Silva. Filmurin fekk 4 Academy Award nomineringar og ein Oscar fyri tónleikin, sum varð skrivaður av Michael Gore. Síðan gekk Fame sum framhaldsrøð í sjónvarpinum, og tey, sum sóu føroyskt sjónvarp í fyrru helvt av 80'unum, minnast uttan iva glaðu ungu fólkini og kenda eyðkennislagið.
Í 1988 varð sangleikurin Fame, The Musical, gjørdur. Leikurin er hugkveiktur av filminum og røðini uttan tó at hava júst somu leikgongd. Sangleikurin er ein lívsjáttandi og orkumikil leikur, sum stuðlar undir at vit fylgja okkara dreymum. Leikgongdin fevnir um ta 4 ára longu leiðina - frá upptøkuroynd til prógvhandan - hjá einum bólki av evnaríkum og eldhugaðum næmingum á einum studentaskúla fyri framførandi list (Performing Arts). Borin av eini tráðan eftir góðum úrsliti uppliva hesi rættiliga ymisku ungu felags sigrar, ósigrar, gleði og tár á teirra ferð móti tindunum.
Sangleikurin Fame hevur spjatt seg um alla verðina. Leikurin er framleiddur meira enn 300 ferðir í 16 ymiskum londum og spældur meira enn 5000 ferðir. Sangleikurin er skrivaður av Jose Fernandez, sangtekstirnir av Jacques Levy og tónleikurin av Steve Margoshes. Tittul-lagið "Fame" er skrivað av Dean Pitchford og Michael Gore.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Auditión
Eins og í fjør verður eftir ætlan skipað fyri auditión í juni mánað fyri at finna fram til best egnaðu leikararnar, tónleikararnar og dansararnar:
- Vit fara í størstan mun at royna at fáa studentaskúlanæmingar við í leikin, men í einstøkum førum verður møguliga brúk fyri vaksnum leikarum til ávísar leiklutir og tónleikarum og dansarum við serligum eginleikum. Um teir ikki eru at finna her á skúlanum, fara vit at leita uttan fyri skúlan, sigur Hans Olivur Joensen.
Hvør fer at leikstjórna og koreografera verður avgjørt um ein mánað.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Vónirnar góðar
Hóast tað altíð er trupult at siga frammanundan, hvussu ein leikur fer at verða móttikin, eru vónirnar á Studentaskúlanum í Hoydølum góðar:
- Hesin leikurin hevur ta styrki, at hann er ein ungdómsleikur, sum verður spældur av
evnaríkum ungdómum. Vónandi fara vit at síggja somu orku og vilja í Fame, sum vit sóu í leikunum Jósef í 2004 og Godspell í 2002.
Hetta er triðju ferð Studentaskúlin í Hoydølum setir stóran leik á pall, men hvat drívur verkið til tílíkar stórleikir?
- At luttaka í slíkari verkætlan, har einki hongur saman at byrja við, men sum at enda alt gongur upp í eina hægri eind til frumframførsluna, er eitt stórt upplivilsi. Tað er eisini stuttligt at síggja hvussu tiltakið fær skap frá eini fløkjasligari støðu og til ein fullfíggjaðan sangleik. Hetta er sera hart arbeiðið hjá bæði leikarum og fyrireikarum, men motivatiónin er høg og hugurin at halda á fram sjálvandi til staðar, tá áhugin fyri hinum leikunum, vit hava gjørt, hevur verið so stórur. Hetta er somuleiðis eitt gott høvi at vísa hvussu dugnalig tey ungu eru, og at geva teimum eina mennandi avbjóðing.
Aftur í ár verða tað Anna Kristin Bæk og Dánjal Hoydal, ið fara at umseta leikin. Onnur í fyrireikingarbólkinum eru Herleif Hammer, Zacharias Sørensen, Elsa Maria Bærentsen, Mikkjal Helmsdal, Jóannes Gaard og Mads Winther.










