FAME gevur avkast

Ein av hornasteinur undir vaksandi søluni hjá føroyskum tónleiki í Týsklandi, Eysturíki og Sveits er sonevnda FAME samstarvið.

 

Ein av hornasteinur undir vaksandi søluni hjá føroyskum tónleiki í Týsklandi, Eysturíki og Sveits er sonevnda FAME samstarvið.

FAME stendur fyri “Faroe Islands Alliance for Music Export” og er eitt trýparta-samstarv ímillum G! Festival, TUTL og Promote Faroe Islands, ið er útflutningsdeildin undir uttanlandstænastuni á Løgmansskrivstovuni.

FAME-samstarvið bleiv stovnað í 2012 tá ið TUTL kom uppí samstarv, sum G! og uttanlandsdeildin høvdu havt síðani 2006.

Høvuðsendamálini hjá FAME eru at fáa føroyskan tónleik meira sjónligan úti í heimi og at styrkja um útflutningin av føroyskum tónleiki. Í praksis snýr samstarvið seg um at bjóða professionellum fólkum úr tónleika- og miðlaverðini til Føroya á G! Festival at hoyra føroyskan tónleik og uppliva føroyska mentan. Hetta skal vekja ans fyri og byrta undir útflutning av føroyskum tónleiki.

FAME hevur seinastu 2 árini havt fleiri enn 50 framstandandi fólk úr tónleikavinnuni og miðlum á vitjan á G! Festivalinum. Millum gestirnar hava verið m.a. Cargo Records og Believe Digital, sum gjørdu samstarvsavtalur við TUTL, sum eitt beinleiðis úrslit av vitjanini á G!.

Harumframt er eitt ótal av konsertum og umrøða av føroyskum tónleiki komin í sum eitt beinleiðis úrslit av hesum arbeiðinum. FAME hevur á henda hátt skundað undir marknaðarføringina og skapt umráðandi sambond fyri TUTL og føroyskan tónleik sum heild.

Higartil hevur hetta havt við sær, besta útflutningsár fyri føroyskan tónleik nakrantíð.

Jón Tyril frá G! sigur soleiðis um samstarvið:

- G! Festival hevur síðani byrjan havt millum síni endamál at skapa sambond við umheimin og vera við til at fáa føroyskan tónleik út í heim. Eftir miðvíst arbeiði í mong ár er FAME samstarvið fyribils hæddarpunktið á hesum. Og hóast tú ongantíð kemur á mál við slíkum arbeiði, so er tað góða, at vit nú veruliga byrja at hava ein plattform fyri útflutning og promovering av føroyskum tónleki, sum vit síggja riggar og gevur ítøkilig úrslit, og tað er sera spennandi.

Les FAME rapportina um hvørjir miðlar skrivaðu um føroyskan tónleik eftir G! í 2012.